Minst
Um Minsta
Minsta er ein partur av Dahlia røðini hjá Spíra. Blómuprýðið er samansett við stórum denti á dygd, náttúrligum útsjónd og einum tíðarleysum sniði.
Við sínum reina hvíta og grøna liti gevur Minsta eitt yndisligt og róligt snið, ið lætt kann tillagast øllum hølum og borðum.
Hóskar væl til
Minsta er vælegnað til:
- Brúdleyp
- Fermingar
- Dóp
- Føðingardagar
- Móttøkur
- Kirkjuprýði
- Veitslur
- Hotel og matstovur
Blómuprýðið kann brúkast sjálvstøðugt sum eitt lítið prýði ella setast saman við fleiri eintøkum fyri at skapa eina vakra og samanhangandi uppseting.
Samanseting
Minsta er bundin við einum útvali av lívlíkum eftirgjørdum blómum og grønum eftirgjørdum greinum.
Í Dahlia røðini verða m.a. hesar eftirgjørdu blómur nýttar:
- Dahlia
- Rósa
- Bóndarósa
- Hortensia
- Grønar greinar
- Smáar fylliblómur og greinar
Passar saman við
Minsta er sniðgivin so hon passar saman við øllum hinum støddunum í Dahlia røðini.
Við at samanseta Minsta saman við Lítil, Miðal, Stór ella Sera stór fæst ein yndislig og vøkur pynting, ið gevur rúminum eina vakra heildarútsjónd.
Leiguupplýsingar
Tá tú velur Spíra, fært tú:
- Leigutíð 5 dagar.
- Náttúrligar eftirgjørdar blómur í sera góðari góðsku.
- Blómur, ið ikki følna og síggja vakrar út alt tiltakið.
- Fría levering har landfast er , pluss møguligt tunnilsgjald.
- Møguleika at skapa eina vakra veitslu uttan at hugsa um árstíð ella viðlíkahald.



