Skip to Content
Eftirgjørd blómutyssi til leigu

Leiga 
eftirgjørdar blómur

Spíra bjóðar vøkur eftirgjørd blómutyssi til stutt- og langtíðar leigu. Sí møguleikarnar niðanfyri.  

fyrimunir

Hví velja eftirgjørdar bómur?

Tær eru sera vakrar

Eftirgjørdar blómur eru broyttar nógv seinastu árini. Blómurnar hjá Spíra eru sera lívlíkar og vakrar.

Tær halda sær leingi, uttan stríð. 

Eftirgjørdar blómur halda sær leingi, uttan stríð. Hetta ger tað lætt at pynta til veitslur o.a.

Støðug góðska

Trygg og støðug góðska til allar árstíðir. Tú kanst fáa júst tær blómurnar tær lystir allatíð og tær eru altíð búnaðar og klárar at seta upp.

Minni burturkast

Eftirgjørdu blómurnar kunnu njótast í fleiri mánaðir og ár, og hava tí longri nýtslutíð. Hetta gevur okkum minni burturkast.

Ovurviðkvæmi

Ovurviðkvæmið fyri blómum stríðast nógv við, eftirgjørdu blómurnar tola flest øll.

Meira fyri pengarnar

Eftirgjørd blómuprýðið eru bíliargi enn livandi og tú far tí væl meira fyri pengarnar.


Tvær leiguloysnir

Vel tykkara leiguloysn

Vakurt blómuprýði eigur ikki at vera trupult. Vel millum okkara leiguloysnir og fá liðugt bundin blómuprýði, klár at seta upp.

leiga · tiltøk

Veitslur og tiltøk

Leiga eftirgjørdar blómur - fá gleðina til lægri kostnað, skjótt og lætt.

Sí leiga til tiltøk






mánaðarhald

Blómur allatíð

Vakrar blómur til vinnu og privat alt árið. Skiftið hvønn mánað, so kenslan av vøkrum blómum varar við. 

Sí mánaðarhald



Um Spíra

Gleði, ið ikki følnar

Vit gera tað lætt hjá tær at hava vakrar blómur. Er talan um tiltak ella veitslu, heima við hús ella í vinnuligum høpi. Vit hava loysnina. 

Les meira um spíra her

Latið okkum prýða

Skriva til okkara í dag, og fá liðugt bundið blómuprýðið, klár at seta upp.

skriva til okkara

Vel títt næsta blómutyssi

Her kanst tú velja nýggjar blómur til mánaðarhaldið. Hetta er bert til kundar ið hava stovnað mánaðarhald. 

Fyri at sleppa inn á leinkjuna, skalt tú teknað teg til mánaðarhald. 

Miðal mánaðarhald

Stórt mánaðarhald