Blómur, ið bara gleða
Alt byrjar, við einum spíra
Spíra varð stovnað á sumri í 2026 við einum ynski, um at kunna veita vakrar blómur, uttan stríði ið ofta er av livandi blómum.
Spíra útleigar blómur, við tveimum leigumøguleikum: leiga til tiltøk og mánaðarhald. Hetta ger, at vit kunnu veita blómu, til eitt hvørt høvi.
Allar blómurnar ið Spíra veitur, eru lívlíkar eftirgjørdar blómur í góðari góðsku. Spíra leigar til privatabrúkarin og til vinnuna. Hvørt blómuprýði verður hondbundið í Føroyum.
Blómurnar ið eru á heimasíðuni, eru allar eftirgjørdar, og klárar at leiga. Tilber eisini at senda fyrispurning, um tú ynskir okkurt ávíst.
"Flest fólk, síggja fyrst at blómurnar eru eftirgjørdar, tá eg sigi tað."
Spíra
Gleði - uttan stríð
Vakrar blómur
Spíra hevur eina rúgvu av blómum til leigu, settar saman til eitt hvørt høvi.
Uttan stríð
Við Spíra skal eingin at hugsa um vatn, hampa um, anga ella ovurviðkvæmið. Vit levera - uttan stríð.
Altíð
Við leigu blómum, ið kunnu brúkast aftur og aftur, skapa vit vakrar loysnir við longri lívi og minni burturkasti.