Miðal
Um Miðal
Miðal er ein partur av Dahlia røðini hjá Spíra. Blómutyssi er samansett við stórum denti á dygd, náttúrligum útsjónd og einum tíðarleysum sniði.
Við sínum reina hvíta og grøna liti gevur Miðal eitt yndisligt og róligt snið, ið lætt kann tillagast øllum hølum og borðum.
Hóskar væl til
Miðal er vælegnað til:
- Brúdleyp
- Brúðarbukett
- Fermingar
- Dóp
- Føðingardagar
- Móttøkur
- Veitslur
- Hotel og matstovur
Blómutyssi kann brúkast sjálvstøðugt sum eitt prýði ella setast saman við fleiri eintøkum fyri at skapa eina vakra og samanhangandi uppseting.
Samanseting
Miðal er bundin við einum útvali av lívlíkum eftirgjørdum blómum og grønum eftirgjørdum greinum.
Í Dahlia røðini verða m.a. hesar eftirgjørdu blómur nýttar:
- Dahlia
- Rósa
- Bóndarósa
- Hortensia
- Grønar greinar
- Smáar fylliblómur og greinar
Passar saman við
Miðal er sniðgivin so hon passar saman við øllum hinum støddunum í Dahlia røðini.
Við at samanseta Miðal saman við Minsta, Lítil, Stór ella Sera stór fæst ein yndislig og vøkur pynting, ið gevur rúminum eina vakra heildarútsjónd.
Leiguupplýsingar
Tá tú velur Spíra, fært tú:
- Leigutíð 5 dagar.
- Náttúrligar eftirgjørdar blómur í sera góðari góðsku.
- Blómur, ið ikki følna og síggja vakrar út alt tiltakið.
- Fría levering har landfast er , pluss møguligt tunnilsgjald.
- Møguleika at skapa eina vakra veitslu uttan at hugsa um árstíð ella viðlíkahald.



